KÍ og HB kappast um besta áleyparan

Tvær úr Klaksvík og ein úr HB kunnu gerast ársins áleyparar

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


Tær tríggjar, sum endaðu fremst á máltindinum í deildini, eru eisini tær, sum kappast um at gerast ársins áleypari. Tær eru:


Heidi Sevdal, HB

Maria K. Thomsen, KÍ

Rannvá B. Anndreasen, KÍ


Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu. Hvør av teimum trimum hevur fingið flestar atkvøður, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.