Tað kókaði í Høllini á Akureyri, tá grannauppgerð var í bestu mansdeildini í hondbólti millum KA og Akureyri.
Tað endaði við, at KA vann 26-25. Í steðginum var KA á odda 18-14. Akureyri skoraði til 25-26 tá bert 15 sekund vóru eftir. Tað eydnaðist KA at halda uppá bóltin seinastu sekundini, og harvið vinna ein ógvuliga góðan sigur í grannauppgerðini.
Føroyingarnir í KA, Áki Egilsnes og Allan Norðberg gjørdu sítt. Áki Egilsnes skoraði ikki færri enn átta mál, og gjørdist toppskjútti hjá KA. Allan Norðberg fekk fýra mál, og skoraði føroyingarnir næstan helvtina av málunum hjá KA. Morgunblaðið skrivar, at í fyrra hálvleiki skoraði Áki næstan mál eftir vild.
KA spælir seinasta dystin undan jólasteðginum ímóti Haukum á útivølli. Dysturin verður spældur sunnudagin 16. desember.
Støðan í Ólisdeildini:
1 | Haukar | 11 | 7 | 2 | 2 | 323:300 | 16 |
2 | Selfoss | 11 | 7 | 2 | 2 | 311:289 | 16 |
3 | Valur | 11 | 7 | 2 | 2 | 297:261 | 16 |
4 | FH | 11 | 6 | 3 | 2 | 312:299 | 15 |
5 | Afturelding | 11 | 5 | 3 | 3 | 300:295 | 13 |
6 | Stjarnan | 11 | 6 | 0 | 5 | 310:307 | 12 |
7 | ÍR | 11 | 3 | 3 | 5 | 283:295 | 9 |
8 | KA | 11 | 3 | 2 | 6 | 280:296 | 8 |
9 | ÍBV | 11 | 3 | 2 | 6 | 314:320 | 8 |
10 | Fram | 11 | 3 | 1 | 7 | 281:299 | 7 |
11 | Grótta | 11 | 2 | 2 | 7 | 257:279 | 6 |
12 | Akureyri | 11 | 2 | 2 | 7 | 277:305 | 6 |