Samansetta liðið av Skála og úr Sundalagnum var í fjør við til at skapa veruligan spenning í kvinnudeildini, og tó at KÍ at enda vant, júst sum tær plaga, so var talan um eitt sera spennandi kappingarár, har kappingin hjá KÍ var sjáldsama hørð.
Samansett felagsliðið hevur ikki verið eins sannførandi fyrstu umførini í ár, sum tær vóru í fjør, men eingin ivi er um, at tær ætla sær at geva KÍ skarpan gang, nú hálvfinalurnar í steypakappingini standa fyri framman.
Í hinari hálvfinaluni skal HB spæla móti ÍF/Víkingi.
Í hálvfinalurnum verður spælt bæði heima og úti, og verða dystirnir spældir ávíkavist 3. og 28. mai.
Lutakastið sæst niðanfyri, og hevur fyrst nevnda liðið heimavøll í fyrru hálvfinaluni
EB/Streymur/Skála-KÍ
ÍF/Víkingur-HB










