KÍ møtir HJK Helsinki sum hevur vunnið seg í trý bólkaspæl á rað

Tað verður ikki lætt hjá KÍ at vinna seg í bólkaspælið í Conference League

Komandi hóskvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í fjórða og seinasta undanumfarinum í Conference League á Tórsvølli.

 

Mótstøðuliðið verður HJK Helsinki, ið hevur vunnið finska meistaraheitið heilar 33 ferðir.

 

HJK Helsinki hevur undanfarnu trý kappingarárini vunnið seg í bólkaspælið í Conference League, so tað er sterk mótstøða sum bíðar KÍ.

 

HJK Helsinki møtti HB í fyrsta undanumfarinum í Champions League í 2019, og teir møttu Víkingi í somu kapping og sama undanumfari í 2018. HJK vann 3-0 á HB í Helsinki, og spældi javnleik 2-2 í Gundadali. HJK vann 3-1 og 2-1 á Víkingi. 

 

Í 1994 vann HJK Helsinki 2-0 og 5-0 á B71 í evropeisku kappingini fyri steypavinnarar - Cup Winners Cup - sum kappingin æt tá. So teir í HJK hava góð hagtøl móti føroyskum liðum. 

 

Bert tríggjar dagar áðrenn KÍ møtir HJK á Tórsvølli hava klaksvíkingar ein sera torføran útidyst móti Víkingi í Sarpugerði. So tað er sera tætt millum dystirnar. 

 

Returdysturin millum HJK Helsinki og KÍ í Helsinki verður spældur hóskvøldið 29. august klokkan 18. Tað er klokkan 20 finska tíð. 

 

HJK Helsinki er í løtuni nummar fýra í bestu finsku fótbóltsdeildini við 34 stigum fyri 19 dystir. Teir eru fýra stig aftanfyri oddaliðið, KuPS.