Ransin N. Djurhuus hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, har stór áskoðarafjøld seinnapartin hevur verið vitni til sera intensa og dramatiska uppgerð millum KÍ, sum stríðist fyri lívinum í bestu deildini, og EB/Streym, sum stríðist fyri at halda tørn um triðja plássið.
Klaksvíkingar eru vónsviknir, ti tað endaði 3-3, eftir at KÍ eina løtu var frammanfyri bæði 2-0 og 3-1, og EB/Streyma legan fegnast um, at tað eydnaðist í síðstu løtu at vinna eitt stig.
Síðstu løtuna spenti EB/Streymur álopsbogan, tá ið Egil á Bø varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Og tað var júst superveteranurin, sum í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði til 3-3.
Tá var KÍ undirmannað, tí fimm minuttir undan dystarenda varð miðvallarin Henry Heinesen vístur av vøllinum, tá ið hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð. Tá var støðan 3-2.
Úrslitið ber við sær, at KÍ nú hevur spælt tólv landskappingardystir á rað uttan at vinna fulla úrtøku. Hetta var fimti dysturin á rað, at KÍ var á odda uttan at tað eydnaðist at varðveita fullu úrtøkuna.
LIÐUGT
3-3!
90.+2.) 3-3: Egil á Bø
EB/Streymur hevur javnað, nú tað resta hálvur annar minuttir. Eftir innlegg úr høgru frá Gert Hansen var veteranurin fyrstur á mitt fyri málinum.
Ransin N. Djurhuus hevur givið EB/Streyma eykamálverjanum Jákupi Andreas Hansen reyða kortið. Hann skal av beinkinum og út um girðingina. KÍ spælir eina løtu, áðrenn dómarin brískaði. Øgiligur intensitetur og spenningur!
90) EB/Streymur leggur øgiligt trýst á. Dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini.
Tórur Justesen er komin inn á KÍ liðið í staðin fyri Heðin Klakstein.
85) Henry Heinesen hjá KÍ hevur sæð gult fyri aðru ferð. Hesa ferð var tað eftir ógvusliga takling ímóti Marna Djurhuus. Harvið varð hann vístur av vøllinum, og KÍ skal síðstu fimm minuttirnar stríðast undirmannað ímóti EB/Streymi, sum spennir álopsbogan í botn!
80) 3-2: Leif Niclasen 79.
Spenningur er av álvara komin í aftur í Klaksvík. Eftir innlegg úr høgru frá Nieels Paula Danielsen varð toppskjúttin hjá EB/Streymi eysur frammanfyri miðverjarnar báðar. Hann tamdi bóltin í fyrstu atløgu, og í aðru atløgu setti hann bóltin framvið Meinhardti Joensen í KÍ málinum. EB/Streyma legan uttanfyri vøllin er rættiliga komin fyri seg, eftir at tað higartil hevur verið nógv meiri at hoyra til tey í heimaleguni.
75) Tað lagar seg alt meiri soleiðis, at EB/Streymur roynir seg við longum sendingum fram í høvdið á Egili á Bø. KÍ er alt meiri í verjustøðu. Henry Heinesen er sera stinnur á miðvøllinum, har hann gongur undan í at steðga mótstøðuálopunum, og í hinum endanum lúra Páll A. Klettskarð og Heðin Klakstein støðugt eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
70) Egil á Bø er fluttur úr miðverjuni og fram í álopið hjá EB/Streymi, sum nú hevur tríggjar í verjuni. René Tórgarð, EB/Steyma málverjin, hevur ligið lítla løtu á vøllinum eftir samanbrest við mótstøðumann, men hann er á fótum aftur.
67) Ein minutt eftir at hann var komin á vøllin, sá Arnar Dam hjá EB/Streymi gula kortið eftir nærdyst við Heðin Klakstein.
KÍ hevur skift út. Ivan Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Kristoffur Jakobsen.
65) EB/Streymur hevur skift út. Arnar Dam er komin inn á verjukenda sentrala miðvallarplássið í staðin fyri Brian Olsen.
Eftir nærdyst hevur Páll A. Klettskarð ligið á vøllinum í nakrar minuttir, men nú er hann á fótum aftur.
60) 3-1: Heðin Klakstein 58.
Klaksvíkingar eru ikki heilt skelkaðir, hóast EB/Streymur svaraði aftur bara tveir minuttir eftir, at KÍ hevði økt um leiðsluna til 2-0. Nú hevur Heðin Klakstein økt um heimaleiðsluna, so hon nú er 3-1. Heðin á Lakjuni vann bóltin í vinstru av høgra vongverja hjá EB/Streymi, Gert Hansen, og Heðin Klakstein møtti mitt fyri málinum bóltin, sum hann sendi til vinstru fyri seg sjálvan og dygst inn við stólparótini.
55) Henry Heinesen hjá KÍ hevur sæð gula kortið.
2-1: Niels Pauli Danielsen 48.
Eftir frísparksinnlegg úr høgru legði Egil á Bø við handara stólpan upp á tvørs aftur, og tætt undir málinum var tað Niels Pauli Danielsen, sum stýrdi bóltin í málið.
Trupult at dagføra, tí trýstið á servaran er so stórt!
2-0: Páll A. Klettskarð 47.
Eftir hornaspark úr vinstru varð bólturin spældur í høgru, har Jógvan Isaksen legði innfyri aftur. Við handara stólpan stakk Páll A. Klettskarð seg upp og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
46) Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru har í1. hálvleiki.
---
Fýra tær seinastu ferðirnar, tá ið KÍ hevur verið annar parturin, hava klaksvíkingar verið á odda, men kortini hevur úrtøkan bara verið eitt stig – 3-3 á heimavølli ímóti HB, eftir at klaksvíkingar eina løtu vóru frammanfyri 3-0! Tí er tað einki at siga til, at spenningurin er stórur millum heimafólkið at vita, um tað hesa ferð fer at eydnast at vinna, eftir at KÍ ellivu tær seinastu ferðirnar hevur tapt átta dystir og tríggjar ferðir verið partur av javnleiki.
Fram ímóti steðginum vísti EB/Streymur, at tað framvegis er bit í teirra álopum. Spurningurin er eisini, um klaksvíkingar fara at megna at leggja tað trýstið á mótstøðuliðið, sum teir hava gjørt í 1. hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
1-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Klaksvík, har Kí er frammanfyri 1-0 við málinum, sum Páll A. Klettskarð skoraði longu í 2. minutti eftir kiksaða afturlegging í EB/Streyma verjuni.
Upp undir steðgin hevði EB/Streymur tvær tær vandamiklastu royndirnar, sum gestirnir yvirhøvur høvdu í 1. hálvleiki. Í fyrra førinum var tað Niels Pauli Danielsen, sum royndi seg úr brotsteiginum, eftir at hann og Gunnar Zachariasen høvdu spælt væl saman. Ágrýtni vongverjin í høgru hjá KÍ, Gunnar Christiansen, taklaði bóltin til horna. Í seinna førinum var tað Leif Niclasen, sum eftir innlegg úr vinstru og í góðari støðu frammanfyri málið, við høvdinum sendi bóltin omanfyri tvørtræið.
Klaksvíkingar hava higartil verið øgiliga uppsettir. Teir hava lagt trýst á mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tað hevur borið við sær, at tá ið EB/Streymur hevur fingið tak á bóltinum, so hava gestirnir verið noyddir mest sum hvørja ferð at spæla bóltin aftur í miðverjuna til Egil á Bø ella Marna Djurhuus, áðrenn tað hevur borið til at fara undir at mynda álop.
43) Báðir partar hava seinastu løtuna havt góðar frísparksstøður, men tað spurdist einki burturúr. Í fyrra førinum var tað Hjalgrím Elttør, sum eitt sindur úr vinstru valdi at leggja innfyri heldur enn sjálvur at royna ímóti EB/Streyma málinum.
Í seinna førinum var tað Hans Pauli Samuelsen, sum úr 25 metrum royndi ímóti KÍ málinum, men Meinhardt Joensen bjargaði. Dómarin bríkslaði fyri frísparki, eftir at Atli Danielsen hevði steðgað Leif Niclasen í álopið. Atli Danielsen sá gula kortið.
35) Tað er heimaliðið, sum vísir størri vilja í álopsspælinum, og síðstu løtuna hevur Páll A. Klettskarð tvær ferðir verið um reppið at fáa mál. Í fyrra førinum var tað við handara stólpa eftir frísparksinnlegg úr høgru, men Gert Hansen blokeraði. Í seinna førinum var tað, tá ið Atli Danielsen við langari sending spældi hann leysan, men Marni Djurhuus ruddaði burtur júst áðrenn, at tað varð heilt vandamikið.
30) EB/treyma miðvallarin Brian Olsen hevur sæð gula kortið eftir nærdyst við Heðin á Lakjuni mitt á vøllinum.
27) Støðan er tann sama, og intensiteturin á og kring vøllin er framvegis stórur. Tá ið Páll A. Klettskarð royndi at saksisparka ímóti málinum var hann so óheppin at sparka í bringuna á Marna Djurhuus, sum noyddist at leggja seg. Tíbetur er Marni komin á føtur aftur.
20) Støðan er framvegis 1-0, og spælið hevur lagað seg soleiðis, sum tað kundi roknast við. KÍ hevur bóltin meiri enn EB/Streymur, sum verjir væl. Samstundis lúra gestirnir støðugt fyri at sleppa í skjót mótálop. Klaksvíkingar vita, at Leif, Gunnar, Hans Pauli og hinir framrættaðu mótstøðumenninir eru ógvuliga vandamiklir, og tað sást aftur í, at KÍ leggur sær nær at ansa framherjunum hjá EB/Streymi.
15) Ferðin hevur verið ógvuliga stór fyrstu løtuna. Báðir partar hava verið í atsókn, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Páll A. Klettskarð fyri heimaliðið og Gunnar Zachariasen fyri gestirnar hava havt hálvar málmøguleikar, men støðan er framvegis 1-0 til KÍ.
Trýstið tykist vera stórt á in.fo, og tí er tað onkra løtuna torført at dagføra!
2) 1-0: Páll A. Klettskarð 2.
Klaksvíkingar hava beinanvegin lagt seg á odda. Gert Hansen, sum er høgri vongverji hjá EB/Streymi, roiyndi at leggja aftur til René Tórgarð í málinum. Tað kiksaði, Páll A. Klettskarð fekk fatur á bóltinum og sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í málið. Gott lag millum heimafólkið!
Líkindini at spæla fótbólt eru góð, og tað eru nógvir áskoðarar í Klaksvík.
KÍ-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør – Kristoffur Jakobsen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
EB/Streymur: Rene Tórgarð –Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen