KÍ missir týðandi leikara

Sambært Norðlýsinum, so flytur hann til Suðuroyar at spæla komandi kappingarár.

Ndende Adama Guéye heldur ikki fram í KÍ. Tað veit Norðlýsið at siga í dag. Sambært álítandi keldum hjá blaðnum, so er bara spurningur um tíð, til hann verður kunngjørdur í TB.


32 ára gamli Ndende varð í fjør kosin ársins leikari í KÍ, og í ár er hann tann leikarin, sum hevur spælt flestar minuttir á KÍ-liðnum. Einamest í miðverjuni saman við liðskiparanum, Jonas Flindt Rasmussen.


Ndende hevur tilsamans spælt 205 dystir í Effodeildini – teir flestu tey fimm árini hann var í B68, og síðani TB í 2013 og KÍ seinastu tvey kappingarárini.