KÍ longt sáttmálan við lyklaspælara

KÍ hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við ein av lyklaspælarunum

Tað verður framhaldandi brasilskt/danskt undirhald á vinstra bakki hjá KÍ, tí Patrick da Silva hevur longt sáttmálan til og við 2024, boðar felagið frá í dag.

 

- 27 ára gamli Patrick da Silva hevur tikið stór fet í hesum kappingarárinum. Eftir eina heldur trilvandi byrjan hevur Patrick ment seg hetta kappingarárið til at vera bestur á sínum plássi. Serliga eru tað Champions League og Conference League avrikini, sum hava víst, at vit eiga besta vinstra bakk í landinum, skirvar fealgið.

 

Patrick da Silva hevur áður umboðað feløg sum Brøndby, FC Nordsjælland og Lyngby. KÍ hópurin er um at taka skap til komandi kappingarár, har nógvir spælarar eru komnir upp á pláss. Tí verður ikki væntað nógvar broytingar til komandi kappingarár, men helst verður onkur.

 

##med2##