Klaksvíkingar eru á veg í Gundadal, har teir seinnapartin fara at stríðast fyri at vinna sær betri úrslit, enn teir hava megnað á útivølli móti HB síðani 2011. Fyri fýra árum síðani var endaliga úrslitið hjá HB tað soltnasta nakrantíð – 8. plássið – og tá vann KÍ báðu ferðirnar í Gundadali ímóti HB – 4-1 og 3-1.
Síðani hevur HB vunnið sannførandi sigrar á heimavølli ímóti KÍ, sum ikki hevur skorað síðstu trý árini á útivølli ímóti HB. Úrslitini hava verið 2-0 í fjør, 3-0 í 2013 og 5-0 í 2012.
Í ár skal KÍ aftur vitja HB einaferð, og tað er í dag. KÍ eigur heimavøll ímóti HB tvær ferðir. Fyrra ferðin var fyri tveimum mánaðum síðani, tá ið HB vann 2-0.
Sunnudagin var tað vónbrot hjá HB ikki at megna meiri enn 1-1 á útivølli ímóti TB, meðan tað gleið væl niður hjá KÍ at vinna 3-2 á heimavølli ímóti Víkingi.
-Tað kom væl við at vinna, og nú fara vit við góðum hugburði í Gundadal at hitta HB. Vit rokna avgjørt við, at tað skal bera til fáa úrtøku, sigur Henry Heinesen, sum ímóti Víkingi skoraði við brotssparki, og sum var høgri vongverji í staðin fyri Sørmund Kalsø, ið er skaddur.
Sørmundur Kalsø er framvegis skaddur, og Mayowa Oladele Alli er leikbannaður. Fleiri av marginalspælarunum hava eisini verið skaðadarvaðir.
Hjá HB stendur betri til við fólki nú, enn tað hevur gjørt. Arnbjørn Hansen er tøkur aftur, og nú er tað bara Pál Mohr Joensen, sum er skaðadarvaður.
Hóast HB ikki megnaði meiri enn 1-1 á útivølli ímóti TB sunnudagin, og fjarstøðan fram til toppin nú er átta stig, so hevur HB venjarin ikki mist mótið.
-Vit eru spentir og uppsettir upp á at spæla fótbólt og vísa góðan hugburð. Ímóti TB darvaði illveðri nógv í 2. hálvleiki, men annars hevur spælið verið gott seinsatu ferðirnar, og tað vóna vit, at tað eisini verður seinnapartin, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB.