KÍ leikari til NSÍ

Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, er tað sannlíkt at NSÍ fer avstað við KÍ leikara

KÍ leikarin, Jóhan Jacobsen, er ein av leikarunum í Effo-deildini, ið av álvara hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Av teimum higartil 26 leiktu dystunum í Effo-deildini hevur ungi KÍ leikarin spælt 22 dystir á høgra bakki hjá KÍ.

 

Men sambært keldum hjá Miðlahúsinum, er tó nógv, ið bendir á, at KÍ leikarin fer at skifta til NSÍ komandi kappingarár.

 

Jóhan Jacobsen er giftur í Saltangará, og er millum annað svágur til NSÍ leikaran, Árna Fredriksberg.

 

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, vil ikki gera nakra viðmerking til søguna.

 

-       Eg havi onga viðmerking higartil. Eg havi kanska eina viðmerking í komandi viku.

 

22 ára gamli Jóhan Jacobsen hevur annars altíð spælt við barndómsfelagnum KÍ.