Í dag hava Vendsyssel FF og KÍ skrivað undir avtalu um, at KÍ leigar amerikanska verjuleikaran, Mayowa Alli, frá Vendsyssel FF, sum júst hevur skrivað sáttmála við føroyska Hall Hansson.
Talan er um ein átta mánaðir langan sáttmála, sum fær gildi 1. januar 2015, skrivar nordjyske.dk
Mayowa Alli kom til Vendsyssel í summar frá Jammerbygt FC, men hevur bara spælt onkran einstakan dyst fyri felagið.
– Vit hava valt at leiga Mayowa fyri at geva honum møguleikan fyri at fáa fasta spælitíð á einum fyrstaliði, sum hann enn ikki hevur roynt hjá okkum. Vit halda, at leigusáttmálin kann gagna bæði felagnum og Mayowa, eins og vit framhaldandi trúgva uppá, at Mayowa kann vinna seg á liðið hjá okkum, sigur Jacob Krüger, ítróttarstjóri hjá Vendsyssel, við heimasíðu felagsins.
Lesið eisini: Hallur Hansson fer av landinum