KÍ kvinnurnar royna serbiskan málverja

KÍ kvinnurnar hava í løtuni ein serbiskan málverja til royndarvenjing, sum hevur altjóða royndir

Greitt er til komandi kappingarár, at KÍ kvinnurnar skulu hava nýggjan málveja. Randi Wardum, ið hevur vart málið seinastu mongu árini, hevur boðað frá, at hon ikki stendur í KÍ málinum í 2015.

 

Harafturat hava KÍ kvinnurnar heldur ongan venjara í løtuni til komandi kappingarár.

 

Men sambært keldum hjá Miðlahúsinum, er okkurt ið bendir á, at ein serbiskur málverji bæði kann røkja málmansplássið og venjarasessin hjá KÍ í 2015.

 

Heri Ellingsgaard, ið rekur besta kvinnuliðið hjá KÍ, váttar fyri in.fo, at ein serbiskur málverji, ið kallast Ana Ivanov, í løtuni er til royndarvenjing hjá KÍ kvinnunum.  Hon er komin til landið í dag, og hevur tí ikki vant við hinum kvinnunum enn. 

Heri Ellingsgaard greiðir frá, at Ana Ivanov stóð í mál hjá Spartak Subotica í 2011, tá KÍ tapti 4-2 móti serbisku meistarunum.

 

26 ára gamla Ana Ivanov er skrásett fyri 1 landsdyst fyri serbiska a-landsliðið, sum hon spældi í 2012, tá Serbia tapti 4-0 móti Hollandi.