Í dag er 110 ára føðingardagur í Klaksvík. Í kvøld eru tað 110 ár síðani, at Klaksvíkar Ítróttarfelag varð stovnað. Og KÍ kvinnurnar syrgdu á heimavølli fyri søtari føðingardagsgávu. Toppliðið og meistararnir síðani 2000 vunnu í dag 3-1 á EBS/Skála, sum er næstovast á støðutalvuni.
Stóri spælarin hjá KÍ var enn eina ferð veteranurin Rannvá B. Andreasen, sum skoraði øll trý KÍ málini. Nú eru Rannvá og Heidi Sevdal hjá HB ovast á máltindinum við 22 málum.
KÍ skal leygardagin spæla steypafinalu ímóti HB. Í dag vann HB 5-0 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi. Milja R. Simonsen var trífaldur málskjútti, og Heidi Sevdal skoraði tvær ferðir.
B36 vann í dag 3-1 á AB á Argjum.
mynd: nordlysid.fo