Í dag hevur lutakast verið til Champions League kappingina hjá kvinnum. Kappingin byrjaði í 2000, og einasta felagið í Europa, ið hevur luttikið í kappingini á hvørjum ári, eru føroysku meistararnir KÍ.
Lutakastið í dag lagaði tað soleiðis, at KÍ kom í bólk saman við Apollon Ladies av Kýpros, Stjarnan úr Íslandi og Hibernians av Malta.
Vertur fyri mini-kappingini verður liðið av Kýpros. KÍ hevur áður spælt Champions League kapping á Kýpros ímóti millum annað Apollon Ladies.
Bólkaspælið hjá KÍ kvinnum verður spælt miðskeiðis í august mánaði.