KÍ kvinnur taptu tepurt

(Champions League) Kvinnurnar hjá KÍ taptu tepurt 2-1 fyri Club Atletico Ouriense úr Portugal. Hetta var annar dysturin í bólkaspælinum hjá KÍ.

 

Eftir tølunum at døma, so vóru vertirnir úr Portugal greitt omaná leikliga. Átta minuttir inn í seinna hálvleik kom heimaliði á odda við málið, sum Diana Silva skoraði. Tveir minuttir seinni økti Fatima Pinta til 2-0.

 

Tá dysturin var ein góðan tíma gamal minkaði Rannvá B. Andreasen við góðum langt úti frá. Tað eydnaðist ikki KÍ at fáa javnleik eins og seinast, tá tær fingu javnleik móti Ekonomist úr Montenegro.

 

Club Atletico Ouriense – KÍ 2-1 (0-0)

1-0         Diana Silva, 53

2-0         Fátima Pinto, 55

2-1 Rannvá B. Andreasen, 62

 

KÍ: (4-2-3-1)

Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen(Maria Thomsen, 45.min) – Laila Pætursdóttir, Annika R. Petersen, Sigrun Sirdal 58.min – Eyðvør Klakstein(Tove Sólheyg 90.min)

 

Dysturin í tølum:

Ouriense – KÍ

Skot í alt: 28 – 3

Skot á mál: 12 – 2

Skot við síðuna av: 11 – 1

Skot á stengurnar: 1 – 0

Skot blokeraði: 5 – 0

Hornaspark: 10 – 0

Rangstøður: 4 – 0

Gul kort: 0 – 1

Reytt kort: 0 – 0

Fríspørk gjørd: 4 – 7

 

Bólkur 4:

1.     Zurich 6

2.     Ouriense 3

3.     KÍ 1

4.     Ekonomist 1