KÍ-kvinnur spældu í dag ímóti fremstu avbjóðarunum í kvinnudeildini, felagsliðnum EB/Streymur/Skála.
Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði KÍ. Maria K. Thomsen skoraði málið eftir 36 minuttir.
Við sigrinum hevur KÍ lagt seg 13 stig frammanfyri EB/Streym/Skála, sum er nummar 2. Seks umfør eru eftir at spæla, og tí er KÍ rættiliga nær við at endurvinna 17. meistaraheitið á rað.










