KÍ kiksaði aftur í dag

07 Vestur legði seg á odda við rimmar máli og megnaði í seinna hálvleiki at halda tørn og vinna eitt stig

Norski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík. Talvan vísir 1-1, og tað er eyðsýnt, at tað eru teir í 07 Vestur, sum stórfegnast um at hava eitt stig við í viðførinum vestur aftur í Vágar, meðan KÍ spælararnir síggja út til at vera vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Hetta er triðja ferðin á rað, at KÍ fer av vøllinum uttan fulla úrtøku, og hetta er onnur ferðin á rað í landskappingini, at KÍ missir stig.

 

Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur er longri frá Europaplássi, enn vágamenn vóru undan hesum umfarinum, men hetta var kærkomið stig, sum veddingartølini siga, at tað vóru fá, sum roknaðu við - burtursæð frá vágamonnum sjálvum. 

 

Higartil hevur KÍ verið heilt suverent topplið, og klaksvíkingar hava framvegis eitt sindur at geva av, men nú fer skjótt at standa á, um gongdin seinastu umførini fer at halda fram.

 

KÍ hevur 49 stig, HB hevur 44 stig, og B36 hevur 40 stig. KÍ og B36 hava spælt 18 dystir, og HB hevur spælt 19 dystir.

 

Nógvir av teimum, sum hava verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, vóru ikki tøkir í dag. 07 Vestur legði bragdliga fyri, og tá ið sjey minuttir vóru farnir, endaði fínt álop við máli. Mathias Voss sneiddi snildisliga framvið Latif Ahmed, sum var nýggjur vongverji, og tá ið Mathias Voss so legði frá baklinjuni og út í brotsteigin, setti framrættaði miðvallarin Janus Svabo Samuelsen hegnisliga bóltin upp undir nettakið. Hetta var triðja málið hjá Janusi í ár.

 

KÍ var meiri á bóltinum, og tað vóru spentar støður og onkur góður málmøguleiki, og tá ið hálvur tími var farin, eydnaðist tað at javna. Uppspælið var í høgru, har Patrick da Silva í dag avloysti Árna Frederiksberg. Patrick og Sivert Gussiås samanspældu, og av baklinjuni legði Sivert inn fyri málið, har René Shaki Joensen, sum í dag var framrættaður í vinstru, úr stuttari fjarstøðu setti bóltin upp í nettakið.

 

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná. KÍ vann 17 hornaspørk og 07 Vestur vann eitt hornaspark. KÍ hevði 13 royndir á og við síðuna av málinum, og 07 Vestur hevði tríggjar. Seks KÍ royndir vórðu blokeraðar og eingin 07 Vestur roynd varð blokerað.

 

07 Vestur spælararnir vístu seg at vera ógvuliga tilvitaðir um, hvat tað snúði seg um. Teir royndu at varðveita lítla ferð, teir tóku sær góða tíð at avgreiða deyðbóltsstøður, og sum seinni hálvleikur leið, vóru teir væl skipaðir og tættir í verjupartinum, og so dúvaður teir upp á langar sendingar, tá ið teir onkra ferðina fóru í álop. Og so sást tað aftur í dag, hvussu stóran og avgerandi týdning tað hevur at hava óføran mann millum stólparnar. Í dag var 07 Vestur málverjin Ari í Haraldstovu Petersen ein sannur brandur.

 

Næsta sunnudag stendur KÍ at eiga heimadyst ímóti EB/Streymi, og 07 Vestur fær vitjan av B68. Tað er hugsandi, at KÍ dysturin verður útsettur til mánakvøldið, tí KÍ fer nú hóskvøldið at spæla í Europa League.