Í dag klokkan 13 fær KÍ at vita hvørjum felagið skal møta í 1. umfari í Champions League. Styrkismetingin kemur mangan stutt fyri lutakastið og soleiðis var eisini hesaferð.
KÍ er ikki styrkismett saman við BK Hacken úr Svøríki, Ballkani úr Kosovo, FC Struga úr Makedónia og vinnaranum av undanumfarinum. Hesi kunnu møta teimum styrkismettu liðunum og tey eru:
Ferencvárosi TC (Ungarn), PFC Ludogorets 1945 (Bulgaria), FK Žalgiris Vilnius (Litava), Shamrock Rovers FC (Írland) og The New Saints FC (Wales). Her er talan um rímiliga sterka mótstøðu. Helst skal KÍ vóna at møta onkrum av teimum síðst nevndu.
Lutakastið verður klokkan 13. Dystirnir verða spældir 11. og 12. juli og returdysturin 18. og 19. juli.











