Tá 19 minuttir vóru farnir av dystinum mikukvøldið millum verandi FM-vinnararnar í Betrideildini hjá kvinnum, KÍ og verandi steypavinnararnar, NSÍ við Djúpumýru legði Sara Samson Lamhauge NSÍ á odda 1-0.
NSÍ var leingi á sigurskós, heilt til 82 minuttir vóru leiktir av dystinum. Í 82. minutti javnaði Durita Hummeland (myndin) til 1-1. Tað gingu bara fimm minuttir so hevði Durita Hummeland lagt KÍ á odda 2-1. Tveir minuttir seinni økti Sólja Ernstsdóttir til 3-1, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Tórun Højgaard Joensen sigurin.
Sambært dystir.fo var Durita Hummeland dagsins leikari.
KÍ-NSÍ 4-1 (0-1)
0-1 Sara Samson Lamhauge (19.)
1-1 Durita Hummeland (82.)
2-1 Durita Hummeland (87.)
3-1 Sólja Ernstdóttir (89.)
4-1 Tórun Højgaard Joensen (90+4)
Kelda: dystir.fo
Aftaná tvey umfør eru Víkingur og KÍ fremst við seks stigum hvør. NSÍ, B36, HB og FC Hoyvík hava trý stig hvør, og aftast eru TB/FCS/Royn og Skála ÍF við ongum stigi.
Leygardagin klokkan 13 tekur NSÍ móti TB/FCS/Royn við Løkin í Runavík.
Sunnudagin klokkan 12.15 spæla Víkingur og Skála ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu, og somu klokkutíð tekur HB móti KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Á sama vølli klokkan 14.30 spæla B36 og FC Hoyvík.