KÍ hevur vunnið FM fyri 14. ferð á rað

Punktum fyri hetta kappingarárið varð sett við rudduligum 9-0 sigir á ÍF í Fuglafirði

 

Tað er fagnaður millum KÍ kvinnurnar og í trúføstu viðhaldsfjøldini, sum í góðveðrinum seinnapartin hevur verið í Fuglafirði. Síðsti dysturin hjá KÍ kvinnunum var á útivølli ímóti ÍF, og KÍ vann 9-0, eftir at favorittarnir í hálvleikinum vóru frammanfyri 4-0. Sigurin er staðfesting av, at KÍ kvinnurnar hava vunnið FM fyri 14. ferð á rað. Fyrsta FM heitið vunnu KÍ kvinnurnar í 2000, og síðani hava tær vunnið meistaraheitið á hvørjum ári.

 

Tað er bara eitt felag í Europa, sum áður hevur vunnið meistaraheitið fjúrtan ferðir á rað. Tað er mansliðið hjá Skonto Riga, sum vann letlendska meistaraheitið øll árini frá 1991 og fram til 2004.

 

Í 1. hálvleiki skoraði Rannvá B. Andreasen tvey mál og Eyðvør Klakstein og Sigrid Jacobsen hvør sítt. Í 2. hálvleiki skoraði Annika Ragna Petersen eitt mál, og Maria K. Thomsen skoraði fýra mál.

 

EBS/Skála vann silvurmerkini og HB bronsumerkini. Hesi bæði liðini hittust í dag á Skála, og har var úrslitið, at HB vann 6-3.

 

-----

Eingin ivi er um, at tað aftur í ár verða KÍ kvinnurnar, sum fara at lyfta FM steypinum. Tær spæla í løtuni síðsta dystin í ár. Hann er á útivølli ímóti ÍF, og nú tær eru farnar at hvíla seg, er støðan 4-0 til KÍ!

ÍF hevði beinanvegin tveir stórar møguleikar. Aðru ferðirnar varð bólturin sendur í tvørtræið, og í hinum førinum fekst heldur einki burturúr, hóast talan var um góða støðu í málteiginum.

KÍ svaraði aftur, tá ið eitt korter var farið. Veteranurin Rannvá B. Andreasen setti hol á, og eftir 27 minuttir var tað ein av yngru og evnaríku spælarunum, Eyðvør Klakstein, sum økti um leiðsluna. Í 40. og 41. minutti skoraði KÍ tvey mál aftrat, og harvið er leiðslan eftir fyrru trý korterini 4-0. Málskjúttarnir lítlu løtuna undan steðginum vóru Rannvá B. Andreasen og Sigrid Jacobsen.

Líkindini eru sera góð í Fuglafirði, og að eru lutfalsliga nógvir áskoðarar.