KÍ vann í kvøld í fyrstu royndini í nýggju Conference League. Tað var í Riga, har úrslitið ímóti RSF var 3-2. Eitt fínt úrslit, sum leggur upp til stóran spenning, tá ið letlendska liðið um eina viku verður gestur á vøllinum í Klaksvík.
KÍ avrikið var frá fyrsta minutti eyðkent av, at spælararnir vóru í rætta hýrinum – ikki ov spentir og ikki ov lagaligir og við stórum sjálvsáliti – og liðið vísti seg beinanvegin at vera í javnvág.
Hálvleiksstøðan var 2-0. Bob Sumareh og Páll A. Klettskarð skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Í báðum førum var talan um góð mál. Tað fyrra eftir at Jóannes K. Danielsen legði innfyri, og Bob Sumareh sneiddi seg leysan av verjuni, og tað seinna eftir at Bob Sumareh spældi til Páll A. Klettskarð, sum staddur eitt sindur uttarlaga í brotsteiginum og eitt vet til vinstru smekkaði bóltin í handara síðunetið við framúr skoti. Tað kom illa við, at heimamenninir fimm minuttir eftir steðgin minkaðu um munin. Tað málið átti KÍ málverjin, tá ið hann í ikki kroystari støðu misti bóltin, sum hann sá út til at hava loftað, og so var miðverjin Žiga Lipušček har og skumpaði bóltin inn um strikuna.
Ei undur í, um málverjin og hinir spælararnir iðraðu seg saman við Mikkjali Thomassen og øllum hinum í KÍ leguni. Hetta var fyrsta málið, sum fór ígjøgnum hjá KÍ síðani Dan í Soylu í 46. minutti í 2-2 dystinum í Klaksvík 28. apríl legði HB á odda 2-1.
Tá ið RSF í kvøld minkaði um munin til 2-1, hevði KÍ verið á vøllinum í 813 minuttir, uttan at mál varð farið ígjøgnum.
Heini Vatnsdal økti um munin til 3-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Árni Frederiksberg legði innfyri við hornasparki, og eftir eitt sindur av aftur og fram smekkaði miðverjin bóltin í málið.
At tað eydnaðist at økja um leiðsluna vísti seg at vera kærkomið, tí síðstu løtuna spenti heimaliðið álopsbogan, og tá vóru tað spentar støður frammanfyri bæði málini.
Akkurát innskifti Artúrs Zjuzins minkaði um munin til 3-2, tá ið tað restaði eitt korter, og heimaliðið hevði tveir aðrar risamøguleikar at skora mál.
Tað hevði KÍ eisini, og eitt nú Jesper Brinck eigur at iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa bóltin framvið málverjanum, tá ið hann var heilt leysur mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu.
KÍ avrikið og úrslitið fer vónandi eftir enn eitt gott avrik um eina viku at bera við sær, at KÍ aftur í ár fer at halda fram í kappingini.
Fyrireikingarnar, avrikið og úrslitið tæntu toppliðnum í føroysku kappingini til miklan heiður, og ferðin í Riga setir í perspektiv, hvør framgongdin hevur verið hjá føroysum fótbólti, síðani fyrstu trilvandi fetini vórðu tikin á europeisku gøtuni.
Tað var í 1992, tá ið KÍ, sum vann FM í 1991, í fyrsta umfari hitti lettlendska meistaraliðið Skonto Riga. Gestirnir fóru 19. august 1992 av Svangaskarði við 3-1 sigri, og á heimavølli vunnu teir 3-0. Fyrri hálvleikur av nýggju uppgerðini millum Klaksvík og Riga bendi á, at KÍ hesi 29 árini hevur tikið seg nógv fram sammett við Riga. Hóskvøldið fæst at vita, um tað verður KÍ og ikki Riga, sum fer at halda fram í kappinini.
RFS – KÍ 2-3 (0-2)
0-1: Bob Sumareh 21.
0-2: Páll A. Klettskarð 33.
1-2: Žiga Lipušček 50.
1-3: Heini Vatnsdal 70.
2-3:Artúrs Zjuzins 79.
Dómari: Nikola Popov úr Bulgaria
KÍ: Mathias Rosenørn - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg (Ivar Sollie Rønning, 86.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg (Boris Dosljak, 78.) - Páll A. Klettskarð, Bob Sumareh (Jonn Johannesen, 78.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Símun Kalsø, Daniel Björkman, Jasper Van Der Heyden, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Óli Eyðsteinson Poulsen
Gult kort: Bob Sumareh, Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic
Venjari: Mikkjal K. Thomassen










