KÍ hevur skift meiri enn hálvt liðið út

Uppstillingin hjá EB/Streymi líkist sær sjálvari, meðan seks nýggir spælarar eru á liðnum hjá KÍ, tá ið sammett verður við hóskvøldið

Tað er bara ein dystur í bestu deildini hjá monnum í dag. Tað er í Klaksvík, har KÍ dagin eftir 120 ára stovningardagin hevur vitjan av EB/Streymi.

 

Sammett við hóskvøldið, tá ið tað endaði 2-2 í Conference League dystinum ímóti HJK Helsinki, eru seks spælarar skiftir út í uppstillingini hjá KÍ. Fleiri av lyklaspælarunum hvíla, nú nýggjur dystur í Europa verður hóskvøldið.

 

Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru Børge Petersen, Ahmed Latif, Dan í Soylu, Mads Bo Mikkelsen, Joseph Michael Williams og Pætur J. Petersen. Teir avloysa Céderich Yambéré, Patrick Da Silva, Árna Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Hall Hansson og Kristoffer Ødemarksbakken. Allir hesir eru á beinkinum uttan Árni Frederiksberg, sum ikki er á listanum.

 

Tríggir fyrrverandi KÍ spælarar eru á listanum hjá EB/Streymi. Teir eru Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum er millum teir fyrstu ellivu, og so Kristian Svabo Eliasen og hjálparvenjarin Niels Pauli Danielsen, sum eru á beinkinum.

 

KÍ hevur fyrr í ár verið tvær ferðir við Margáir í Streymnesi, og báðar ferðirnar endaði tað við teprum KÍ sigri. Fyrra dystin vann KÍ 1-0 við málið, sum Jóannes K. Danielsen skoraði tíggju minuttir undan steðginum, og KÍ vann seinna dystin 2-1. Ta ferðina skoraði Céderic Yambéré sigursmálið í 95.+ minutti. Hann javnaði til 1-1 í 72. minutti, eftir at Emil Weihe Joensen í 66. Minutti legði heimaliðið framum 1-0. Ta ferðina var KÍ undirmannað frá 35. minutti, tá ið Ahmed Latif sá gula kortið fyri aðru ferð.

 

 

 

KÍ – EB/Streymur kl. 15.00

 

Dómari: Svend Funder Danmark

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Alexander Berntson, Børge Petersen, Ahmed Latif – René Shaki Joensen, Albert Ejupi, Dan í Soylu – Mads Bo Mikkelsen, Joseph Michael Williams, Pætur J. Petersen

 

EB/Streymur: Jóannes Ey. Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Virgar Jónsson, Mathias Blårud – Jóhann Hansson Joensen, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Filip Djordjevic