Norðlýsið skrivar í kvøld, at KÍ hevur sett navn á hjálparvenjaran hjá Mikkjal Thomassen til komandi kappingarár.
Maðurin, ið skal vera hjálparvenjari er fyrrverandi B36 leikarin, Símun Joensen, ið annars er úr Klaksvík.
Hóast Símun Joensen bert er 31 ára gamal, er ætlanin ikki at hann skal vera leikandi hjálparvenjari, men bert hjálparvenjari burturav.