Allir norðoyingar kunnu lyfta høvdið høgt í kvøld.
KÍ hevur við 3-0 sigri, og harvið samlaðum 3-0 sigri á ungarska meistaraliðnum, Ferancvaros framt størsta føroyska avrikið nakrantíð í evropeiskari kapping fyri felagslið.
Árni Frederiksberg legði KÍ á odda 1-0 við brotssparki tá bert átta minuttir vóru farnir av dystinum. Odmar Færø var feldur harðliga í brotsteiginum hjá Ferancvaros, og talan var um eitt klokkuklárt brotsspark.
Tá 32 minuttir vóru leiktir fann Deni Pavlovic hegnisliga Árna Frederiksberg, ið ísakaldur setti bóltin framvið málverjanum í netið til 2-0.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki royndi Luc Kassi seg við einum heldur bleytum skoti, men lukkutíð fyri KÍ megnaði málverjin hjá Ferancvaros onkursvegna ikki at halda skotinum, ið skuldi verið óvandamikið, og so var 3-0 til KÍ.
Í seinna hálvleiki megnaði KÍ við góðum verjuspæli at halda Ferancvaros burtur frá øllum stórum málmøguleikum. KÍ megnaði eisini at koma í vandamiklar álopsstøður, og var tað nærri 4-0 enn 3-1 til KÍ.
Fakta er, at skothagtølini fyri dystin sum vísa skot upp á málið vísa 7-3 til KÍ.
Ferancvaros hevði heili 12 hornaspørk í dystinum, men tey tók sterka verjan hjá KÍ sær av uttan hóvasták.
In.fo ynskir leikarunum, venjaratoyminum, leiðsluni og øllum fjepparunum hjá KÍ hjartaliga tillukku við fremsta avrikinum nakrantíð.
Í øðrum undanumfarinum skal KÍ spæla móti svenska meistaraliðnum úr Göteborg, BK Häcken.
##med2##
##med3##