KÍ hevði hálva millión í halli

KÍ hevði í gjár aðalfund. Nevndin er skipað og boðað var frá einum halli á hálva millión krónur

Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag var hildin á loftinum í KÍ høllini í gjárkvøldið. Á fundinum varð roknskapurin 2022 lagdur fram fyri limum felagsins, og varð hann góðkendur. Roknskapurin vísti eitt hall á 492.000 krónur, sum skyldast høga ferðaútreiðslur til altjóða dystir serliga vegna verkfall hjá SAS, skrivar KÍ á heimasíðuni.

 

- Hinvegin vunnu bæði Betri menn og kvinnur FM, og tað merkir, at tey skulu spæla í Champions League í summar. Hendan luttøka útvegar felagnum góðar inntøkur aftur í ár. Nevndin heldur fram tó uttan Jákup Eydnugarð sum ikki tók við afturval, verður lagt afturat.

 

Tummas Lervig heldur fram sum formaður. Nevndin hjá KÍ hevur verið afturgangnadi í fleiri ár.

 

Nevndin:

 

Tummas Lervig, Formaður

 

Rúni Heinesen, Næstformaður

 

Hilmar Danielsen, Kassameistari

 

Rói Clementsen, Samskifti

 

Kaj Dam, Betri Menn

 

Eyðstein Poulsen, Akademi