KÍ: Henry fingið langt leikbann

Tað er ikki bara í HM, at spælara fáa langt leikbann

Henry Heinesen hevur ikki bitið nakran, men hann hevur tó, eins og Luis Suarez fyrr í dag, fingið eitt langt leikbann. KÍ spælarin skal sita uttanfyri komandi fýra dystirnar fyri KÍ, skrivar Norðlýsið í dag. KÍ hevur fingið fleiri útvísingar samanlagt enn øll hini liðini í Effo-deildini í ár.

 

Tað var eftir dystin millum AB og KÍ, tá AB í evstu løtu javnaði við umstríddum máli, at Henry fekk reytt kort. Heðin á Lakjuni fekk reytt kort eftir hendingina, meðan Henry fekk reytt eftir dystin.

 

Henry Heinesen verður ikki tøkur aftur fyrr enn á Summar Festivalinum, tá KÍ tekur móti B68.