Í dag kl.16.00 hevði KÍ skipað fyri eini heiðurs-samkomu fyri teimum fýra steypavinnarunum. U 14 Gentur, U 17 Gentur, U 18 Dreingir og 1. Deild Kvinnur.
Á móttøkuni, har nakað av fólki var komið saman í KÍ høllini, helt Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Jóan Pauli Jacobsen, ungdómsmenningarleiðari í KÍ, røðu fyri hesum vinnandi liðunum.
Eisini segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nøkur orð til hvørt liðið sær og takkaði teimum fyri, at tey bóru býnum heiður og vøkur steyp eftir mongu sigrunum. Forkvinnan í Mentanarnevndini, Signhild V. Johannesen handaði kekk á kr. 5.000,- til hvørt liðið.
Malena Josephsen segði nøkur orð og takkaði fyri løtuna og tann stuðul og vælvild KÍ møtir allar staðir. Hon helt eisini, at tað var hugaligt, at so nógv ung lið nú tóku við og fegnaðist annars um, at KÍ er í einum góðum ráki fyri tíðina.
Síggið fleiri myndir í myndasavninumm VIÐ AT TRÝSTA HER