Í kvøld verður klassikarin millum KÍ og HB. Væntandi verður stúgvandi fult av fólki, tí Summar Festivalurin er somuleiðis hetta vikuskiftið. Hetta er eisini dysturin um fjórða plássið og seinasta atgongumerkið til Europa League – ið kann fáa eitt virðið upp á fleiri milliónir krónur.
Fimm stig skilja HB á fjórða plássi, og KÍ á fimta plássi. Munurin á at enda á fjórða plássi og fimta plássi er, at fjórða plássið gevur luttøku í Europa League. Tað gevur hálva aðra millión í kassan, umframt møguleikan at vinna seg víðari til enn fleiri pengar.
HB skuldi upprunaliga stríðast um FM heitið, men tann møguleikan hava teir ikki longur, nú tað er tíggju stig upp til B36. Tí eru teir endaðir í einum stríðið um fjórða plássið, sum KÍ ótrúliga gjarna vil hava fatur á. Felagið hevur økt um fíggjarætlanina og málið tykist púra greitt at vera Europa League. Sostatt er hetta dysturin um Europa League milliónirnar.
Fyri KÍ kemur tað væl við, at liðskiparin, Jonas Flindt Rasmussen, er tøkur eftir leikbann. Tó er Kenan Hajdarevic ivasamur, meðan Páll A. Klettskarð er langtíðarskaddur.
Í HB hópinum mugu tey klára seg uttan Arnbjørn T. Hansen restin av árinum vegna skaða. Gunnar Haraldsen hevur leikbann og Andrew av Fløtum er skaddur. Jóhan Troest Davidsen er ivasamur til dystin, meðan Jógvan Rói Davidsen er tøkur aftur eftir leikbann.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum Lars Müller bríkslar í gongd klokkan 18.00. Fótbóltspanelið verður frá klokkan 16, meðan upptakt til sjálvan dystin verður aftaná tíðindini klokkan 17. Rógvi Jacobsen verður viðmerkjari.