KÍ, HB, B36 og Víkingur vóru aftur í pottinum til lutakast í dag

Europa Conference League: Víkingur skal kanska spæla evropa fótbólt á Summar Festivalinum

Í dag hevur lutakast verið til 2. umfar í Europa Conference League. Ein yvirskrift kundi verið, at Víkingur møguliga skal spæla móti skotska Hibernian FC í Klaksvík á Summar Festivalinum.

 

KÍ skal í 1. umfari í Champions League undanumfarinum møta ungarska Ferencvárosi TC, sum er stórfavorittur at vinna. Stendur tað við, so verður KÍ flutt niður í 2. umfar í Europa Conference League, har teir skulu møta taparanum av dystinum millum írska Shamrock Rovers og vinnaranum av undanundanumfarinum, sum væntandi verður Breiðablik ella Buducnost. KÍ fær heimavøllin fyrst, sum er 27. juli.

 

Víkingur fekk eitt dreymalutakast til 1. undanumfarið í Europa Conference League. Teir skulu møta Inter Club d'Escaldes úr Andorra. Her hevur Víkingur ein veruligan møguleika at vinna seg víðari til 2. undanumfar, har skotska Hibernian FC verður mótstøðuliðið. Ein møguligur útidystur verður 27. juli og heimadysturin verður 3. august, sum er dagurin tá Summar Festivalurin byrjar. Víkingur spælir sínar heimadystir í Klaksvík.

 

HB skal í fyrsta undanumfarinum spæla móti írska Derry City. Koma teir víðari skulu teir spæla móti KuPS Kuopio úr Finnlandi. Her verður ein møguligur heimadystur 27. juli og útidysturin verður 3. august.

 

B36 fekk eitt rímiliga gott lutakast og skal spæla móti Paide Linnameeskond úr Estland í 1. undanumfarinum. Kemur B36 víðari skulu teir møta vinnaranum av makedóniska KF Shkëndija og walisiska Haverfordwest County AFC. Her er B36 eisini sett at spæla heimadystin 27. juli, sum er tann fyrri.