Tað hevur í fyrra hálvleiki gingið strúkandi hjá KÍ, sum í kvøld spælir fyrsta dystin í europeisku kappingini í ár.
Klaksvíkingar eru á útivølli í Riga, har mótstøðuliðið er lettlendska toppliðið RFS, sum undan dystinum varð roknað at vera stórfavorittur.
Nú eru teir farnir at hvíla seg og leggja ráð undan seinna hálvleiki, og lagið er gott í KÍ leguni. KÍ er frammanfyri 2-0.
Bob Sumareh setti hol á, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Tað var eftir, at Jóannes K. Danielsen dró fram í høgru og legði væl innfyri til Bos Sumareh, sum sleit seg leysan innanfyri verjuna og setti bóltin í málið.
12 minuttir seinni økti Páll A. Klettskarð um leiðsluna til 2-0. Talan var um sera flott mál. Innleggið var úr høgru, og tað var væl upplagdi Bob Sumareh, sum átti innleggið.
KÍ liðið hevur í fyrra hálvleiki verið ógvuliga væl skipað í verjupartinum, og tað hava í fleiri førum verið hugflogsríkar og vandamiklar royndir at leypa á.
Tað gongur eisini fínt hjá NSÍ, sum er komið hálva leið í Helsingfors í Finnlandi, har mótstøðuliðið er Honka.
Heimaliðið hevur havt onkrar royndir á NSÍ málið, har Karstin Hansen í kvøld er millum stólparnar. Men støðan er framvegis málleysur javnleikur.
KÍ
Mathias Rosenørn - Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Claes Kronberg - Páll A. Klettskarð, Bob Sumareh
Á beinkinum: Kristian Joensen, Dávid Langgaard, Símun Kalsø, Jonn Johannesen, Ivar Sollie Rønning, Daniel Björkman, Jasper Van Der Heyden, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Boris Došljak, Óli Eyðsteinson Poulsen
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
NSÍ
Karstin Hansen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft – Mikkel Jakobsen, Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskow – Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Tórður Thomsen, Dánial Danielsen, Meinhard Geyti, Búi Egilsson, Atli Petersen, Jørgen Nielsen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Sølvi Sigvardsen, Pætur Skipanes, Aron Knudsen, Sjúrður Pauli Nielsen
Venjari: Allan K. Jepsen