KÍ fingið nýggjan spælara

Sum In.fo skrivaði fyrr í vikuni, so skal serbiskur miðvallari KÍ

KÍ hevur í dag gjørt sáttmála við 29 ára gamla Semir Hadzibulic. In.fo skrivaði fyrr í vikuni, at KÍ hevði eyguni eftir serbiska miðvallaranum. Nú er sáttmáli gjørdur við miðvallaran.

 

Les eisini:KÍ sett í samband við hendan

 

- Semir Hadzibulic er føddur í Serbia og hevur leikt í bestu deildunum í m.a Serbia, Georgia og Albania. Hadzibulic er 180 cm høgur og verður lýstur sum ein balansuspælari á miðvøllinum við góðum tekniskum førleikum, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 

- Nýggi verjuleikarin hjá KÍ Ahmed Mujdragic og Semir Hadzibulic kennast væl og eru báðir uppvaksnir í býnum Novi Pazar í Serbia, har teir eisini hava leikt fyri barndómsfelagið FK Novi Pazar. Hadzibulic hevur konu og trý børn og tey koma øll til Føroyar í komandi viku, stendur eisini at lesa á heimasíðuni.

 

KÍ hevur nú fýra útlendingar í hópinum. Umframt teir báðar nevndu, so eru Jonas Flindt Rasmussen og Mayowa Alli eisini í hópinum.