KÍ fingið nýggjan áleypara

25 ára gamal áleypari úr Bosnia-Herzegovina skal styrkja um KÍ-álopið

 

Norðlýsið skrivar í dag, at KÍ hevur skrivað sáttmála við Kenan Hajdarevic.

 

Kenan, sum er áleypari, er 25 ára gamal spælari úr Bosnia-Herzegovina. Seinnu árini hevur hann spælt í Danmark, har hann hevur royndir úr bæði superliguni og 1. deild. Í superliguni hevur hann skotið seks mál í 45 dystum.

 

Kenan er 1,86 metur høgur, og hann verður lýstur sum ein kropsliga sterkur spælari. Roknað verður við, at hann verður partr av hópinum, sum um eina viku skal royna seg í Klaksvíkskappingini.