Tað verður danska HB Køge, sum KÍ kvinnurnar leygardagin fara at spæla um triðja plássið ímóti í europeiska meistarabólkinum, sum í hesi vikuni er á Sjællandi.
Fyrr í dag tapti KÍ 7-0 ímóti serbiska meistaraliðnum Spartak Subotica, og í kvøld tapti HB Køge 2-1 ímóti finska meistaraliðnum KuPS Kuopio. Finska liðið skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið tíðin var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina.
Leygardagin 9. september vera tveir teir síðstu dystirnir
HB Køge – KÍ kl. 12.30
Spartak Subotica – KuPS Kuopio kl. 15.00










