KÍ vann sjey stig móti 07 Vestur hetta kappingarárið

Fyri fyrstu ferð síðani 2018 hevur 07 Vestur fingið stig móti KÍ í bestu mansdeildini

Seinasta triðingin av kappingini í Betrideildini hjá monnum fara vit at taka samanum hvussu tað hevur gingist í teimum trimum dystunum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 2018 hevur 07 Vestur fingið stig móti KÍ í bestu mansdeildini. Tað gjørdi 07 Vestur við 1-1 (1-1) javnleikinum móti KÍ á vøllinum við Djúpumýru ígjár.

 

Í 2022 og 2021 megnaði 07 Vestur ikki at skora móti KÍ í bestu mansdeildini. Tað hava teir so eisini megnað hetta kappingarárið. Tó megnaði 07 Vestur javnleik 2-2 í fyrru hálvfinaluni móti KÍ í steypakappingini í fjør. 

 

KÍ vann sjey stig móti 07 Vestur í Betrideildini hetta kappingarárið, og skoraði sjey mál móti 07 Vestur. Tað manglaði tó eitt mál hjá KÍ ígjár til at fáa fullan pott móti 07 Vestur hetta kappingarárið.

 

07 Vestur-KÍ 1-3 (0-2) - 8. apríl

 

07 Vestur-KÍ 0-3 (0-3) - 21. mai

 

KÍ-07 Vestur 1-1 (1-1) - 20. august 

 

Kelda: FaroeSoccer