KÍ fekk níggju stig og ellivu mál móti 07 Vestur hetta kappingarárið

07 Vestur hevði tað tungt móti KÍ í teimum trimum betrideildardystunum hetta kappingarárið

 

 

KÍ eru suverenir móti meir ella minni øllum liðunum í Betrideildini hetta kappingarárið, og tað sæst aftur í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum móti 07 Vestur.

 

KÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur hetta kappingarárið, og í teimum trimum dystunum móti 07 Vestur skoraði KÍ 11 mál uttan at lata nakað mál inn.

 

Liðini møtast tó aftur í hálvfinalunum í steypakappingini 7. september og 5. oktober.

 

Soleiðis endaðu dystirnir millum KÍ og 07 Vestur í Betrideildini hetta kappingarárið:

 

KÍ-07 Vestur 3-0 (2-0) - 18. apríl 

 

1-0 Mads Boe Mikkelsen (23.)

 

2-0 Valerijs Sabala (29.)

 

3-0 Jonn Johannesen (51.)

 

07 Vestur-KÍ 0-6 (0-3) - 15. mai

 

0-1  Jóannes Bjartalíð br. (10.) 

0-2  Jóannes Bjartalíð (28.) 

0-3  Mads Mikkelsen (36.)

0-4  Valērijs Šabala (67.)  

0-5  Jóannes Bjartalíð br. (83.)

0-6  Dávid Andreasen (90.)

 

KÍ – 07 Vestur 2-0 (1-0) - 21. august

 

1-0: Mads Bo Mikkelsen (32.)

 

2-0: Páll A. Klettskarð (64.)