KÍ fær ongan styrk til verjupartin

Hvørki Cheik Tidiane Sarr ella Andreas Damgaard verða at síggja í KÍ. Tann fyrri kom ongantíð til landið, meðan tann seinni var lítið sinnaður at arbeiða við fiski við síðuna av fótbóltinum.

 

KÍ hevur í eina tíð arbeitt við at styrka um verjupartin. Hetta hevur tó ikki eydnast teimum. Í KÍ hava tey roynt at fingið Cheik Tidiane Sarr til landið fyri at hyggja nærri at fyrrverandi Lyngby, AGF og Hammarby spælaranum.

 Hesum hevur mjørkin órógvað og nú er greitt, at ein møguligur sáttmáli við verjuspælaran verður av ongum.  

 

Andreas Damgaard vandi fyrr í summar við KÍ og felagið valdi at bjóða hinum ein sáttmála, sum innibar, at hann skuldi arbeiða við fiski við síðuna av fótbóltinum. Hesum vildi danski verjuspælarin ikki og takka tí nei til KÍ, skrivar bold.dk.

 

Tummas Lervig , formaður í KÍ, segði fyrr í dag við in.fo, at arbeitt var ikki við eini “plan B”, um tað ikki bleiv til nakað við Cheik Tidiane Sarr.