Áki er næstbest í Norðurlondum

Áki Joensen hevur í vikuskiftinum luttikið í stórari norðurlendskari kapping í Boccia.

 

Hann gjørdist nummar tvey í sínum bólki og fekk harvið silvurheiðursmerki.

 

Áki Joensen spældi tríggjar dystir, og vóru úrslitini soleiðis: 5-1 ímóti Noregi, 12-0 ímóti Finlandi. Í finaluni spældi hann ímóti einum svia, og tapti hann tepurt 2-5

 

Áki Joensen er vælnøgdur við síni úrslit, og er nú vónin at savna sær nógv stig fyri at koma upp eftir ranking listanum hjá BIS-fed, ið er altjóða sambandið fyri Boccia á elitustøði.