Áki er ivasamur til ferðina

Lærkrikin hjá sterka skjúttanum tykist ikki tola hørðu dystarskránna, og ivasamt er, hvørt hann verður við í seinasta dystinum

Landsdystur

Sum kunnugt, so stóð einki serligt til við føroyskum bakspælarum í dystinum móti Belgia sunnudagin. Umframt teir skaðar, sum vóru frammanundann, so noyddist Áki Olsen eisini heilt tíðliga av vøllinum av vøllinum við skaða. Hann hevur í drúgva tíð verið plágaður av einum eymum lærkrika, og mikudagin gekk so galið.
Seinastu tvey árini ella so, hevur tað eisini verið so, at vestmenningurin hevur drigist við skaðar av ymsum slag, soleiðis at venjingarstøðan ikki hevur verið tann sama, sum hon kundi verið, og á sín hátt viðgekk hann eisini, at skráin í seinastuni kanska hevði verið dekan ov hørð.
- Tað er kanska ikki so gott við ov nógvari venjing, tók hann skemtiliga til, tá vit spurdu um hetta.
- Tað er rætt, at hetta hevur verið ein trupulleiki. Í gjár (týsdagin, blðm.) merkti eg eisini nakað til hetta, so eg vandi mest sum einki tá. Hetta fyri at vera so væl fyri, sum til bar, til dystin, men tað var heilt skjótt, at eg merkti, at hetta ikki bar til. Tí var tað nokk betri at gevast, áðrenn tað gjørdist heilt galið.
At Áki soleiðis gavst, áðrenn skaðin gjørdist ov ógvusligur, hevur kanska við sær, at leikarin kortini verður við í seinna dytinum móti Belgia.
- Tað vóni eg í øllum førum. Nú má eg fáa fysioterapeutin hjá okkum at hyggja at skaðanum, og so er bara at vóna, at hann gevur grønt ljós, sigur Áki, sum annars heldur, at Føroyar áttu at vunnu dystin.
- Hatta var so eingin ræðandi mótstøða, og hyggur tú at seinastu løtuni undan steðginum, so skuldu vit verið á odda, tá farið varð til hálvleiks. Hinvegin hevur tað stóran týdning, at vit hóast mótrákið fáa nakað burtur úr dystinum, tí taptu vit í evstu løtu, so vildi tað í øllum førum verið sera tungt hjá okkum at fara til útidystin, sigur Áki Olsen altso at enda.