KÍ er í nýggjari útgávu

Nýggjur maður er á B36 beinkinum, meðan KÍ hevur nýggjan málverja, og Jákup B. Andreasen er als ikki á listanum

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av KÍ. Líkindini at spæla fótbólt á ovara vølli í Gundadali eru góð.

 

Hjá B36 eru teir fyrstu ellivu nett teir somu, sum sunnukvøldið vunnu 3-0 á Toftum. Nýggjur á B36 beinkinum er Anton Søjberg Horup. Loyvini hjá honum eru komin upp á pláss í vikuni.

 

Hjá KÍ eru merkisverdar broytingar sammett við liðið, sum vann 6-0 ímóti ÍF.

 

Mark F. Jensen er spildurnýggjur málverji. Hann hevur vunnið plássið frá Ara í Haraldstovu Petersen, sum einki mál fór ígjøgnum hjá síðsta sunnudag.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen er so mikið skaddur, at hann als ikki er á listanum. Pætur J. Petersen er tøkur aftur eftir skaðasteðg, og hann er millum teir fyrstu ellivu, meðan Jóhan Josephsen er á beinkinum.

 

Spildurnýggjur í miðverjuni er nýggi franski miðverjin Cedric Yambéré, sum verður í miðverjuni saman við Jákupi Norðoy Vilhelmsen.

 

 

 

B36 - KÍ kl. 17.00

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

 

 

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – René Shaki Joensen, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Pætur J. Petersen – Páll A. Klettskarð