KÍ hevur framvegis ikki tapt

B36 venjarin harmast um, at tað ikki eydnaðist hansara monnum at skjóta mál í seinna hálvleiki, tá ið tað vóru fleiri heimamenn enn gestir á vøllinum í Gundadali

Máltalvan vísti framvegis 0-0, tá ið dómarin í kvøld bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gundadali, har B36 fyri fyrstu ferð átti heimavøll á ovara vølli. Trupulleikar við graslíkinum vóru orsøk til, at tað var neyðugt at skifta nýggja graslíkið út. Tí hevur B36 verið á heimavølli á Tórsvølli, men í kvøld ímóti KÍ var heimavøllurin aftur á ovara vølli í Gundadali.

 

Tveir minuttir undan steðgin sá Claes Philip Kronberg hjá KÍ beinleiðis reytt kort, og so vóru tað í meiri enn seinna hálvleik 11 B36 spælarar ímóti 10 KÍ spælarum.

 

Men tað eydnaðist ikki B36 at fáa bóltin í KÍ málið, og harvið hevur KÍ ikki fingið mál ímóti síðani 28. apríl, tá ið heimadysturin ímóti HB endaði 2-2.

 

Í útgangsstøðu hevði B36 tríggjar í verjuni og tveir í fremstu røð:

 

-Ætlanin var at byrgja fyri mongu vandamiklu innleggunum hjá KÍ, og tað eydaðist væl. At vit høvdu tveir í álopinum var, tí vit ætlaðu at pressa KÍ verjuna meiri, enn hon higartil hevur verið. Tað eydnaðist í løtum, men vit hava higartil í ár ikki havt mannin, sum støðugt er á rætta staðnum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum at stýra bóltin í málið, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík og sipar til, at eftir summarsteðgin verður tað Uros Stojanov, sum fer at eiga henda leiklutin. B36 hevur keypt hann frá ÍF.

 

B36 venjarin er ikki nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki, tá ið B36 ikki megnaði at skjóta mál, hóast teir vóru 11 ímóti 10:

 

-Eg havi einki at finnast at hugburðinum, og tað sást, at okkara løgdu nógv fyri. Men vit mugu bara staðfesta, at vit vóru ikki nóg góðir á bóltinum, og at tað ikki gekk so væl at finna røttu loysnirnar, og so kundi tað at enda farið báðar vegir, sigur Dan Brimsvík.

 

Hann sipar til, at KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen hevði góðan møguleika eftir hornaspark at leggja klaksvíkingar á odda, og at innskifti Hugin Samuelsen hjá B36 hevði heilt góðan møguleika at skora.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen kennir seg hava blandaðar kenslur:

 

-Í fyrra hálvleiki høvdu vit fult og heilt tak á spælinum. Vit pressaðu teir frammarlaga, og vit vóru í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at skora mál. Tá ið Claes sá reytt, var tað neyðugt hjá okkum heilt at saðla um frá ætlanini, sum vit høvdu lagt. Hóast vit í seinna hálvleiki vóru undirmannaðir, so kendu vit tað soleiðis, at tað gekk fyri seg eftir okkara treytum. At enda vunnu vit eftir horna møguleikan at fara norður aftur við øllum stigunum, men við handara stólpa og eftir horna rakti eg ikki nóg væl, tá ið eg royndi við høvdinum at seta bóltin í málið, sigur Jákup B. Andreasen.

 

Ert ú nøgdur við úrslitið?

 

-Vit fara til hús aftur við einum stigi fleiri, enn tá ið vit komu í Gundadal, og tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, so er hetta at liva við, sigur KÍ liðformaðurin.

 

 

 

B36 – KÍ 0-0

 

Dómari: Alex Troleis

 

B36: Mattias Lamhauge – Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen (Andrass Johansen, 66.), Bjarni Petersen – Ragnar Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 82.), Benjamin Heinesen, Mathias Thrane, Martin Agnarsson (Alex Mellemgaard, 75.) - Hannes Agnarsson, Sebastian Pingel

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Lars Daniel Bjørkman – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 90.), Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak (Jóannes Bjartalíð, 86.) – Claes Philip Kronberg, Bob Sumareh (Páll A. Klettskarð, 90.)

 

Gult kort: Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Jóannes K. Danielsen

 

Reytt kort: Claes Philip Kronberg 43. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Mikkjal Thomassen