KÍ er greipuvinnari fyri 16. ferð

HB var omaná undan steðginum, men eftir steðgin reistu meistararnir seg og svaraðu dyggiliga aftur

Tað endaði sleiðis, sum tað plagar at gera, tá ið KÍ kvinnurnar eru annar parturin. Hálvleiksstøðan í steypafinaluni ímóti HB var 1-1, og í seinna hálvleiki vísti málið, sum KÍ skoraði tíggju minuttir eftir steðgin seg at vera sigursmálið. KÍ vann 2-1.

 

HB var leikliga omaná í fyrra hálvleiki, men tað var KÍ, sum legði seg á odda, tá ið stívliga 20 minuttir vóru farnir. Talan var um fyrstu málroyndina hjá klaksvíkingum, tá ið Tórun Joensen við horna legði inn fyri úr høgru, og mitt fyri málinum var tað Durita Hummeland, sum stýrdi bóltin í málið.

 

HB fall á ongan hátt í fátt, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin, javnaði HB við frágera góðum máli. Eftir sera snilda framlegging rann Rúna Jacobsen seg leysa í høgru, og tá ið hon í røttu løtu og sera neyvt legði bóltin flatt inn fyri málið, var Lív Rúnadóttir á rætta staðnum og smekkaði bóltin í málið.

 

Javnleikur 1-1 í fyrra hálvleiki og tær í HB høvdu alla orsøk at vera nøgdar, tí leikliga vóru tær omaná, og tær vunnu flestu nærdystirnar. Eftir hálvleikssteðgin sást tað, at tað var tosað bæði við stórum bókstøvum og skilagott í KÍ leguni. Við stríðsfúsa liðformanninum Sannu Svarvadal og skilagóðu og bólttryggu Eyðvør Klakstein á odda fingu meistararnir fatur á spælinum, og sum frá leið vóru tær treystari og støðugt omaná í nærdystunum.

 

Sigursmálið stútaði Tóra Mohr, eftir at vongverjin í høgru Jórun Najma Patawary, sum var kosin at vera dagsins spælari, streyk ígjøgnum og legði fínt innfyri av sjálvari baklinjuni.

 

Tá ið Áki Leitisstein Hansen bríkslaði fyri síðstu ferð, stórfegnaðust tær bláu, meðan tær í HB leguni kendust vera ógvuliga vónbrotnar. Tær eiga stóran heiður av fínari finalu, har intensiteturin var høgur, og har spælið í longum løtum var eyðkent av, at talan var um serligan dyst.

 

Hetta var síðsti dystur hjá KÍ venjaranum Jens Wedeborg, sum nú flytur aftur til Svøríki:

 

-HB tók okkum á bóli í fyrra hálvleiki, tá ið tær á mótstøðuliðnum vóru væl raskari, enn okkara vóru. Eftir steðgin var tað væl betur hjá okkum, og vit fegnast um at hava vunnið greipuna, sigur KÍ venjarin.

 

Hetta er 16. ferðin, at KÍ vinnur steypakappingina, og tað er merkisvert, at øll árini, tá ið KÍ hevur vunnið steypakappingina, hava tær eisini vunnið FM og harvið greipuna.

 

-

 

KÍ – HB 2-1 (1-1)

 

1-0: Durita Hummeland 21.

 

1-1: Lív Rúnadóttir 29.

 

2-1: Tóra Mohr 56.

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Jórun Najma Patawary, Birita Ryan, Vár Johannesen (Hervør Olsen, 67.), Tórunn H. Joensen – Malena Olsen (Rannvá B. Andreasen, 77.), Maria V. Johansen (Jancy Mohr, 81.), Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein, Durita Hummeland   – Tóra Mohr

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Fanni Kata Túri, Lóa Samuelsen, Elspa Zachariassen, Liljan Simona Jacobsen

 

Gult kort: Maria V. Johansen

 

Venjari: Jens Wedeborg

 

Hjálparvenjari: Rúna Bjartalíð

 

HB: Monika Biskopstø – Teresa Jacobsen, Elin Maria Isaksen, Sarita Maria Mittfoss, Sunniva Willemoes (Lea Tórarenni Johannesen, 87.) – Fríða Magnusaradóttir Jakobsen, Ása á Reynatúgvu, Rúna Jacobsen (Astrid Mittfoss, 64.)– Ása Stórá Carlsen (Fridrikka Clementsen, 78.), Rebekka Fjallsá Benbakoura, Lív Rúnadóttir (Sara Lamhauge, 64.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Simona Heinesen, Emma Tormóðardóttir Stórá, Liljan av Fløtum

 

Gult kort: Rúna Jacobsen, Ása á Reynatúgvu

 

Venjari: John Eystberg