Áki er besti leikari í september mánaða

Áki Egilsnes vann atkvøðugreiðsluna um besta leikara farna mánaða

Hóast føroyingafelagið KA, við teimum báðum Áka Egilsnes og Allani Norðberg á liðnum, taptu í vikuskiftinum, so kann Áki Egilsnes fegnast um viðurkenning.

 

Vestmenningurin við sterka vinstra arminum hevur nevnliga fingið heiðurin sum besti leikari í Íslandi í september.

Tað er íslendska sendingin, Seinni Bylgjan, ið stendur fyri at lata heiðurin. Sendingin hevði skotið fýra leikarar upp, og av teimum var føroyingurin so valdur við atkvøðugreiðslu á netinum.

 

Um Áki Egilsnes fær enn meira at fegnast um verður greitt í morgin, tá ið landsliðishópurin verður úttikin.