Hóskvøldið stóðu fótbólts Føroyar saman við KÍ, sum á Tórsvølli við 0-0 vann eitt stig ímóti franska Lille í Conference League. Og í dag er KÍ aftur á veg á Tórsvøll
Hetta er stóri steypadagurin. Í gjárkvøldið vann Skála U-16 finaluna fyri gentur ímóti B36, og í dag eru fimm finalur. Fyrsta bríksl var nú klokkan 10, og tað verður hildið fram til í kvøld. Tá verður fyrsta bríksl í kvinnufinaluni klokkan 19.15.
Í kvinnufinaluni vera tað NSÍ og KÍ, sum bresta saman. KÍ hevur longu tryggjað sær FM heitið, og í kvøld fara KÍ kvinnurnar at stríðast fyri at vinna steypafinaluna og harvið greipuna.
NSÍ er í kapping við HB um silvurplássið í landskappingini. Bæði liðini hava 42 stig, nú tað er eitt umfar eftir at spæla
NSÍ og KÍ hava dystast tríggjar ferðir í landskappingini í ár. Síðsta ferðin var síðsta sunnudag, tá ið tað í Klaksvík endaði við 2-0 heimasigri. Fyrsti dysturin var 30. apríl í Klaksvík. Tá vann KÍ 5-1, og 1. juli vann KÍ 2-0 í Runavík.
NSÍ hevur vunnið steypakappingina eina ferð. Tað var í 2021. KÍ hevur vunnið steypakappingina 16 ferðir, og allar hesar 16 ferðirnar hevur KÍ eisini vunnið FM og harvið greipuna. KÍ vann greiåuna í fjør.
Á veg ímóti steypafinaluni hevur NSÍ vunnið 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur og 4-1 á heimavølli og 5-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Á veg ímóti steypafinaluni hevur KÍ vunnið 1-0 á útivølli ímóti HB og 5-0 á heimavølli og 5-1 á útivølli ímóti B36.
Leygardagin 7. oktober
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)











