KÍ er á veg av Skála við fullari úrtøku

Miðverjin Cedric Yambéré var einasti málskjútti, tá ið tað var lívligt og undirhaldandi á Skála

Klaksvíkingur vunnu í kvøld 1-0 á Skála. Einasti málskjúttin var Cedric Yambéré. Hann var hægstur og sendi stutt úr málinum bóltin í málið eftir fínt innlegg frá Árna Frederiksberg.

 

Tá ið tað bara er eitt mál á muni, so er talan um spenning, og soleiðis var tað heilt til síðsta bríksl og í góðum fótbóltslíkindunum undir Mýruhjalla. Skála spenti álopsbogan, og tað vóru fram ímóti dystarenda onkrar spentar støður í KÍ brotsteiginum, men favorittarnir megnaðu hvørja ferð at bukta seg úr spentu støðunum.

 

At heimaliðið spenti álopsbogan í seinna hálvleiki bar við sær, at KÍ var vandamikið í álopsstøðum, og tað vóru møguleikar hjá klaksvíkingum at økja um munin og harvið at beina fyri spenninginum, men Karstin Hansen í málinum hjá Skála bjargaði fleiri ferðir sera væl.

 

-Tað er altíð torført at spæla undir Mýruhjalla, og vit fegnast sjálvsagt um, at vit nú eru lidnir á Skála í ár, og at úrtøkan er seks stig. Spælið hjá okkum var ikki nóg sannførandi, men vit fegnast um úrtøkuna, og nú fara vit at halda fram við at venja og fyrireika okkum til næstu dystirnar. Spælið, sum vit vístu í dag, fer ikki at bera langt, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1.

 

KÍ hevur 24 stig fyri 10 dystir og er á triðja plássi. Skála hevur 10 stig og er á sjeynda plássi.

 

Fýra minuttir undan steðginum hevði Skála heilt stóran møguleika at javna. Kiks í KÍ uppspælinum bar við sær, at Carlos Ferreira varð púra leysur frammanfyri KÍ málverjan, men Mark F. Jensen hálvbjargaði, og tað eydnaðist heldur ikki Teitur Poulsen at fáa bóltin í málið, tá ið hann var fyrstur á returinum.

 

-Vit fegnast um hugburðin og avrikið, men vit eru ikki nøgdir við úrslitið. Í avgerandi støðunum vóru vit ikki nóg neyvir, og vit iðra okkum um, at tað ikki er eydnast at vinna stig, tí eitt nú ímóti KÍ kundi vit væl havt vunnið tveir javnleikir, sigur Skála liðformaðurin og miðverjin Jákup Jakobsen.

 

 

 

Skála - KÍ 0-1 (0-1)

 

0-1: Cedric Yambéré 18.

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Markus J. Hellisdal, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Djóni Petersen – Karl Martin Johansen, Teitur Poulsen, Marjus Nón, Markus Isaksen  – Carlos Ferreira

 

Venjari: Pauli Poulsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Børge Petersen, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen

 

Venjari: Espen Haug