Tað er borðreitt til størsta fótbóltsdystin í Føroyum í ár. Hann verður á ovara vølli í Gundadali í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 18, og Alex Troleis, sum í løtuni verður roknaður at vera tann fremsti av dómarunum, fer at døma.
Veðrið er av tí fagrasta, og úr Klaksvík og Norðoyggjum er maður á veg av húsi fyri at vera hjástødd í Gundadali. Tað verður eisini roknað við, at HB stuðlarnir í kvøld fara at vera fleiri, enn teir ofta plaga at vera, tá ið HB er á heimavøll, og so eru tað øll hini, sum fara at møta upp í kvøld, tí tey rokna við góðum undirhaldi – spenningi, intensiteti og góðum fótbóltsspæli.
HB plagar at teljast millum tey bestu, og hjá KÍ hevur tað fyri tað mesta hilnast væl, síðani tey fóru undir nýggja tíðarrokning. Hon tók við, tá ið Mikkjal Thomassen í 2015 varð KÍ venjari.
Síðani tá hava javnaldrarnir KÍ og HB 19 ferðir dystast í landskappingini. KÍ hevur vunnið átta ferðir, HB hevur vunnið seks ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt.
Fyrr í ár endaði tað 2-2 í Klaksvík. Tað var ta ferðina, at Árni Frederiksberg í evstu løtu javnaði til 2-2 við rimmar frísparki. HB hevði annars verið leikliga greitt omaná.
Hjá HB eru allir spælararnir tøkir. Eisini Dan í Soylu, sum skoraði annað málið í Klaksvík, og sum so mangan hevur verið klaksvíkingum boysin.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir uttan Lars Daniel Björkman, sum framvegis er darvaður av heilaskjálvta. Jóannes Bjartalíð hevur seinastu ferðirnar verið á listanum hjá næstbesta liðnum. Tað var hann ikki í gjárkvøldið, tá ið AB vann 3-1 í Klaksvík. Tí kann roknast við, at hann er ætlaður at eiga ikki so lítlan leiklut í kvøld.
HB – KÍ: Alex Troleis kl. 18.00.










