Áki Egilsnes til Akureyrar komandi kappingarár

Morgunblaðið boðar frá, at KA á Akureyri hevur gjørt sáttmála við Áka Egilsnes

Íslendska hondbóltsfelagið, KA av Akureyri, sum spælir í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini hevur gjørt sáttmála við Áka Egilsnes.

 

Farna kappingarár spældi Áki Egilsnes fyrst við TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og síðani heima í Vestmanna við VÍF, sum tapti FM-finalurnar ímóti H71.

 

Morgunblaðið staðfestir, at Áki Egilsnes er partur av søguliga føroyska U21 manslandsliðnum, sum spældi seg til HM-endaspælið fyri U21 manslið, sum verður í Algeria í næstum, og teir skriva eisini, at Áki hevur spælt nakrar dystir fyri føroyska A-landsliðið.

 

Heimasíðan hjá KA skrivar, at Áki Egilsnes byrjar at venja við KA í august. Teir skriva eisini, at Áki fer at kenna seg væl í búnanum hjá KA, sum eins og VÍF spælir í gulum og bláum.