TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við stórskjúttan Áka Egilsnes, aftaná javnleikin 25-25 (13-11) hjá føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti ímóti Montenegro í EM-undankappingini, sum er í Sveis í hesum døgum. Hini liðini í bólkinum eru Sveis og Montenegro.
Áki Egilsnes, sum var mansvardur stóran part av dystinum er rættiliga vónbrotin um, at tað ikki gjørdist talan um ein sigur, aftaná føroyska liðið eitt skiftið hevði verið á odda við fýra málum. Áki Egilsnes heldur, at føroyska liðnum kann góðskrivast, at teir spældu klókan hondbólt ímóti Montenegro. Men samanumtikið ásannar Áki Egilsnes, at talan var um ein harðan dyst.
Áki Egilsnes viðgongur eisini, at millum tað, sum avgjørt eydnaðist minni væl var, at Montenegro slapp at skora so nógv mál við sínum strikuspælið uttan, at føroyska liðið megnaði at steðga hesum.
Í morgin klokkan 16 spælir føroyska liðið ímóti Makedonia. Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Rás2, og Pole Hansen verður viðmerkjari.