Áki 70 ár, ja er tað bara ikki heilt ótrúligt, at tíðin skal rasa so skjótt avstað. Men hetta er jú tað, sum vit øll mugu sanna, tá ið tey árini eru løgd afturum. Nú er tað næstan við sorgblídni, at vit, sum eru blivin 68 - 70, hoyra børn og ung grenja um, hvussu seint tíðin gongur. Men soleiðis er, og hevur tað nokk altíð verið.
Vit báðir komu at kennast og blivu vinmenn longu í 1955. Tað fyrsta mann staðfesti var, at hann var ikki hvør sum helst. Hann var ein vakur og sjarmerandi unglingi, og var ein, sum javnaldrar sóu upp til. Hann hevði persónligheit, og eingin, sum kennir hann í dag kann mæla ímóti, at allar hesar eginleikarnar hevur hann enn. Tað er sjáldsamt, at ein persónur varðveitir sín lívsfrískleika so leingi sum Áki, og blívur við at hava tann spelkna smádrongin og ungdómin í sær.
Tað er fáur sum hann, sum hevur hetta sinnalagið altíð at fara undir eina og hvørja uppgávu við slíkum bjartskygni og trúgv uppá, at tað letur seg gera. Men treytirnar fyri, at allar tær mongu uppgávur og áhugar, sum fylla lívið hjá Áka, eru sjálvandi eisini viðføddar gávur og evni at leggja til rættis.
Við eitt sovorðið høvi, sum tá ið ein fyllir hálvfjerðs, koma oftast minnir fram frá teimum ungu árunum. Í okkara føri er tað kanska heldur ikki so løgið, tí tann tíðin, vit høvdu mest saman var nettupp í ungdóminum innanfyri eitt tíðarbil uppá eini tíggju ár. Vit høvdu so nógv saman bæði í bø og haga og á sjógvi og landi, eisini burtur í øðrum londum. Fyri mær var tað størsta, vit upplivdu saman, túrurin ígjøgnum Europa í 1957 á motorsúkklum. Tað er ikki langt frá, at vit vóru fyrstu føroyingarnir, sum koyrdu so langan túr í útlondum uppá júst tann mátan. Eg skal ikki siga tað heilt vist, men eg haldi tað. John bróður sáli og eg høvdu manga hugnaliga løtu tá ið vit prátaðu um og mintust tær mongu spennandi hendingarnar á hesum langa túri, bæði í álvara og gaman.
So skiltust okkara vegir, hóast tað ikki varð so langt ímillum. Tú vart verðandi á Tvøroyri, og eg fór til Havnar. Eg minnist tað heilt ótrúliga góða vinalagið, sum var ímillum teg, Signar, Jenis, Lilleba og meg, og so eisini tá ið John bróður kom aftur niðri frá. Tað vinalagið var nakað heilt fyri seg, tí vit vóru allir so hjartaliga vælkomnir inni í heimunum hjá hvørjum øðrum. Foreldrini hjá okkum tóku altíð væl ímóti okkum, og høvdu altíð tíð til eina góða diskusjón um mong viðurskifti afturvið einum drekkamunni. Tey vóru góð við okkum, og tóku okkum í álvara og við virðing, hóast ættarlið var ímillum.
Àki, eg eri altíð glaður um at hava kent teg øll hesi árini, og ikki minst takksamur fyri, at tú fekk lív í meg aftur eftir svimjitúrin við strondina í San Sebastian á sinni.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Vónandi fáa vit onkra hugnaløtu aftrat inni við Rangá ella á Tanganum, ella vit fara onkran túrin saman í Suðuroynni ella aðrastaðni, eitt nú á motorsúkklunum.
Eg ynski eisini Jonny, børnunum og abbabørnunum tillukku við tær.
Vinarlig heilsan
Thomas kal