KÍ-Bodø/Glimt: Odmar er aftur ivamálið

Champions League: Landsliðsmiðverjin er byrjaður at venja, men tað er óvist um hann er klárur

Í kvøld verður seinni dysturin av fyrsta undan umfarinum í Champions League millum KÍ og Bodø/Glimt. Dysturin verður í Djúpumýru og byrjar klokkan 18. FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 17.15.

 

Dysturin skuldi upprunaliga verða í gjárkvøldið klokkan 19, men bleiv útsettur til í dag vegna veður. Ein avgerð, sum Norðlýsið kallar fyri at “Bodø/Glimt vann slagið við UEFA”. Hetta tí KÍ stóð fast við, at spæla í gjárkvøldið og helt fyri, at norska ferðalagið kundi bara verið komið til Føroya í góðari tíð.

 

Á vøllinum hava gestirnir munin. Teir vunnu 3-0 í fyrru uppgerðini, har Victor Boniface skoraði hattrik. Norskir miðlar skriva, at meistarliðið hjá teimum hevur nakað av skaðum at dragast við, men tað er eitt stórt ynski at fáa dystin avgreidda sum skjótast, tí teir hava dyst aftur leygardagin í Elituseriuni.

 

Í KÍ bíða tey enn eftir støðuni hjá Odmari Færø. Hann meiddi sær økslina í 2-1 sigrinum á HB á Tórsvølli fyri hálvari triðju viku síðan. Hann hevur enn pínu í økslini og tað snýr seg um, um miðverjin tolir at spæla við pínuni, tí hon fer nokk ikki vekk fyribils. Hetta kann ávirka hørðu nærdystirnar, ið eru ein partur av spælistílinum hjá Odmari Færø.

 

Annars er tað bara Jonn Johannesen, ið er skaddur. Páll A. Klettskarð hevur sitið nakað uttanfyri fyri summarsteðgin, men hann spældi frá byrjan í Norra. Tað verður eisini áhugavert at síggja, um Mikkjal K. Thomassen heldur fram við 3-5-2 spælskipanini, ið bleiv brúkt í fyrra dystinum. Hon kostaði Árna Frederiksberg plássið.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Champions League fótbóltur er í Klaksvík. Elddópurin skuldi verða í 2020, men umstríddi dysturin móti Slovan Bratislava bleiv ongantíð av nøkrum, orsaka av koronu. Dysturin byrjar klokkan 18. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 17.15.