KÍ-B36 4-0 (0-0) - Mál, samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá málunum hjá KÍ. Hoyr samrøður við Andrias Eriksen (B36) og Páll A. Klettskarð (KÍ), og hoyr samanumtøkuna hjá Hjalgrími Elttør

Oddaliðið, KÍ vann ein knúsandi 4-0 sigur á B36 sum í sterkari útgávum undanfarin ár ofta hevur gjørt tað væl í Klaksvík, men í dag vísti KÍ hví teir eru FM-favorittar. B36 var væl við í fyrra hálvleiki, men tá KÍ fyrst kom á odda 1-0 koyrdi snartokið hjá teimum bláu.

 

KÍ - B36 4-0 (0-0)

1-0: Jonn Johannesen 59.

2-0: Páll A. Klettskarð 61.

3-0: Sjálvmál 68.

4-0: Jákup B. Andreasen 90.

 

TRÝST á hesa leinkjuna frá SoundCloud: 

 

https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-090521-ki-b36-4-0-0-0-mal-og-samrour-andrias-eriksen-b36-og-pall-klettskar-ki

 

og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá teimum fýra málunum hjá KÍ. Hjalgrím Elttør var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan liðskipara hjá B36, Andrias Eriksen sum mátti staðfesta, at B36 fall í seinna hálvleiki aftaná eitt gott avrik í fyrra hálvleiki.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við søguliga toppskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð sum stórfegnast um sigurin, men undirstrikar, at teir í KÍ mugu vinna fyri vera á FM-slóðini.

 

4) Hoyr Hjalgrím Elttør taka samanum greiða KÍ-sigurin og úrslitini í 9. umfari í Betrideildini