Rætturin í Moskva staðfesti í morgun fongsulsdómin hjá fyrrverandi vinnulívsmanninum Mikhail Khodorkovski, men stytti revsingina eitt ár. Í desember í fjør varð Mikhail Khodorkovski dømdur sekur í at hava hvíttvaskað pening og fyri grovan fíggjarundandrátt. Tað gjørdi, at hann fekk seks ár oman á tann fyrra fongsulsdómin, sum var sjey ár.
Í morgun gjørdi rætturin kortini av at stytta revsingina eitt ár, so Khodorkovski sleppur neyvan úr fongslinum fyrr enn í 2016. Hann hevur sitið í varðhaldi og fongsli síðani 2003.
Fleiri felagsskapir og einstaklingar hava funnist hvassliga at viðferðini, sum Mikhail Khodorkovski hevur fingið frá russisku myndugleikunum. Eitt nú sigur Amnesty International, at Khodorkovski er samvitskufangi.